OPHfoto

Listin at taka myndir hevur verið ein partur av mær gjøgnum fleiri ár. Í dag arbeiði eg hálvyrkis sum myndamaður og bjóði fram myndatøku við stórum royndum, fyrstafloks ljós- og myndaútgerð, ið gevur mær møguleika at fanga enn betur myndir. Um tit ynskja at bíleggja meg til eitt hvørt høvi, so seti tykkum endiliga í samband við meg.

Fá samband!


Brúðarmyndir

Aftaná mong ár í hjúnabandið, er altíð stuttligt at síggja aftur á dagin tit søgdu tykkara “JA” til hvønn annan. Her kunnu vit fylgja tykkum á brúðardegnum og við okkara góðu royndum, bjóða brúðarmyndir í høgari góðsku.

Sí Meir!

Familju- og barnamyndir

Vit átaka okkum eisini at taka familjumyndir, barnamyndir og aðrar tílíka myndatøku. Vit finna eitt vakur stað saman úti í náttúrini til myndatøkuna, har vit síðani fanga løtuna, við vøkrum, stuttligum og fittum myndum, til tykkum at eiga.

Sí Meir!


Náttúra

Náttúran í Føroyum er ivalest ein tann allar vakrasta í heimininum. Hon fær mong ið eru áhugaðið í myndatøku drignan at sær, har eg sjálvur eri íroknaður. Tær royndir hetta hevur givið mær, hava lært meg sera nógv innan myndalistina og í dag eru mangar av myndinum at síggja á ymiskum ferðahandbókum osv.

Sí Meir!

Ymiskt

Til ber eisini at bíleggja okkum til ymiskar aðrar myndatøkur. Her kann til dømis nevnast parmyndir, model, portrait, føðingardagar, galla og festir, sum bara eru bara nøkur dømir, ið OPHfoto hevur bæði royndir í og bjóðar seg fram til.

Sí Meir!