Brúðarmyndir í TOP klassa

At taka brúðarmyndir havi eg sera góðar royndir í, og veit tí akkurát hvat krevst, at skapa dreymamyndirnar av tykkara stóra degi. Niðanfyri ber til at síggja ymiskar myndir eg havi tikið gjøgnum tey mongu árini, ið eg havi verið virkin brúðarfotografur. Til ber eisini at síggja 3 ymisk pakkatilboð tit kunnu velja ímillum og meira.
Enn havi eg nøkur fá pláss eftir á kalendarinum fyri ár 2018, so lat meg hoyra sum skjótast til ber, um tit kundu hugsa tykkum OPHfoto sum tykkara brúðarfotograf. Gleði meg at hoyra frá tykkum!

Pakki 2

kr 16.000

Alt íroknað*
  • Klárgerð av brúður
  • Víglsan
  • Familjan
  • Portrait
  • Videoslide
  • Geyma við myndininum
  • Uml. 350 myndir
Bíílegg!

Pakki 3

kr 13.000

Alt íroknað*
  • Vígslan
  • Familjan
  • Portrait
  • Videoslide
  • Geyma við myndininum
  • Uml. 250 myndir
Bílegg!

Myndirnar verða allar eftirhugdar og viðgjørdar á ein professionellan hátt. Tit fáa síðani ein geyma við øllum myndinum á. Myndirnar verða allar í høgari góðsku og klárar til framkalling. Við hesum fáa tit eisini eitt vakurt videoslide (sí. dømir á síðuni). Til ber eisini at bíleggja brúðarbók (sí niðanfyri).

*Prísurin er tikin frá tí útgangsstøði at brúdleypið er í Tórshavns. Um tit ynskja at taka myndirnar aðrastaðni í landinum, kann prísurin hækka vegna transport.

Tit eru altíð vælkomin at seta tykkum í samband við meg, um tit t.d. kundu ynskt annað enn tey trý pakkatilboðini.

Brúðarbók

Til ber eisini at ogna tykkum eina snøgga brúðarbók. Bókin er 30×30 cm stór við einari snøggari textil (vevnaður) innbinding og tjúkkt kvalitets papír, við størstu mynda uppliving.
Prísur kr 3.500,- við 20 síðum.
Prísur fyri tvær eyka síður kr 150,-

Við pakka 1 fáa tit kr. 1000 avsláttur til brúðarbókina.

Aftaná myndatøkuna, gevi eg mær loyvi til at brúka nakrar av myndinum til mítt “portfolio”. Hetta er bert til at vísa onnur á, hvat eg persónliga kann geva sum brúðarfotografur. Um tit ikki ynskja tað, ber til at gjalda eitt eyka gjald og myndirnar verða síðani ikki koyrdar á mítt portfolio.