Stutt um OPHfoto

Listin at taka myndir hevur verið ein partur av mær gjøgnum fleiri ár. Í dag arbeiði eg hálvyrkis sum myndamaður og bjóði fram myndatøku við stórum royndum, fyrstafloks ljós- og myndaútgerð, ið gevur mær møguleika at fanga løturnar enn betur. Eg byrjaði longu sum smádrongur at taka upp filmar, og fór síðani meira og meira yvir til myndatólið. Í 2010 fekk eg stóran áhuga í at taka myndir av okkara vøkru Føroysku náttúru, og seldi myndir til ferðavinnuna osv. Síðani byrjaði eg eisini at taka av brúdleypum og øðrum tiltøkum, og havi síðani fingið fleiri og fleiri uppgávur í hesum. Eg eri eisini so heppin at hava mína konu sum hjálpara til ymiskar mynda-uppgávur. So tað er ikki at halda tykkum aftur, um tit hava brúk fyri einum royndum og góðum fotografi 😉

Um tit hava spurningar ella ynskja at bíleggja meg til eitt hvørt høvi, so lat meg endiliga hoyra frá tykkum.

Fá samband