At taka brúdleypsmyndir havi eg sera góðar royndir í, og veit tí akkurát hvat krevst at skapa dreymamyndirnar av tykkara stóra degi. Niðanfyri ber til at síggja nakrar av teimum túsundatals myndunum ið tiknar hava verið gjøgnum árini. Eisini ber til at síggja tríggjar ymiskar brúðarpakkar. Til ber eisini at tilpassa ein brúðarpakka eftir tykkara tørvi.
Brúðarpakki 1
Klárgerð av brúður*
Vígslan
Familjan
Parmyndir sum nýgift
Gestir áðrenn borðhald
Veitslan**
Allar myndir viðgjørdar og sendar digitalt
500 kr. avsláttur til myndabók
2500 kr. avsláttur til forlovilsismyndir
Ókeypis lán av "Nýgift" nummarplátum
Uml. 900 stk. viðgjørdar myndir
27850 kr. v/mvg
Brúðarpakki 2
Klárgerð av brúður*
Vígslan
Familjan
Parmyndir sum nýgift
Allar myndir viðgjørdar og sendar digitalt
Ókeypis lán av "Nýgift" nummarplátum
Uml. 500 stk. viðgjørdar myndir
19850 kr. v/mvg
Brúðarpakki 3
Vígslan
Familjan
Parmyndir sum nýgift
Allar myndir viðgjørdar og sendar digitalt
Uml. 400 stk. viðgjørdar myndir
16850 kr. v/mvg
- Myndirnar verða allar eftirhugdar og viðgjørdar á ein professionellan hátt. Tit fáa allar myndirnar digitalt í høgari myndagóðsku uml. 1 vikur aftaná brúdleypið.
- Eitt vakurt myndaslide fylgir við hvørjum pakka - sí. dømir her.
- Til ber eisini at bíleggja brúðarbók (sí niðast).
* Klárgerð av brúðgómi kostar kr. 1.500 eyka til brúðarpakka 1 og 2.
** Veitslan: Myndir verða tiknar til borðhaldi er liðugt ella til uml. midnátt.
Forlovilsismyndir kosta 4500 kr. Myndatøkan fyrigongur úti á einum vakrum staði í Tórshavn.
Um tit bíleggja Brúðarpakka 1 kosta forlovilsismyndir einans 2000 kr.
Brúðarbók
Til ber eisini at ogna tykkum eina snøgga brúðarbók. Bókin er 27x27 cm stór við einari snøggari textile innbinding og 30 kvalitets printaðar síðir, við størstu mynda uppliving (uml. 80 myndir).
Prísur kr 7.500,-
Aftaná myndatøkuna, gevi eg mær loyvi til at brúka nakrar av myndinum til mítt "portfolio". Hetta er bert til at vísa onnur á, hvat eg persónliga kann bjóða sum brúðarfotografur. Um tit ikki ynskja tað, ber til at gjalda eitt eyka gjald og myndirnar verða síðani ikki koyrdar á mítt portfolio.
