Vit átaka okkum eisini at taka familjumyndir, barnamyndir og aðra tílíka myndatøku. Saman finna vit eitt vakurt stað úti í náttúrini. Myndir tiknar úti blíva sum oftast vakrari og meira livandi, og tílíka myndatøku eru vit serkøn í.

Vit fara út til eitt vakurt stað í tí Føroysku náttúruni, og hava eina uml. 30min "on-location" myndatøku. Aftaná myndatøkuna verða allar myndirnar eftirhugdar og viðgjørdar á ein professionellan hátt. Hetta tekur uml. tveir arbeiðsdagar. Allar myndirnar verða síðani handaðar digitalt í høgari góðsku og klárar til framkalling.

Prísurin fyri alt er einans kr. 2.900,- v/mvg

Um tað er fleiri enn ein familja (systkin/barn, mamma og pápi), kemur eyka kostnaður á.
Um tit ynskja myndirnar tiknar uttanfyri Tórshavn, verður koyri gjald lagt á.