Stutt um OPHfoto
Listin at taka myndir hevur verið ein partur av mær ígjøgnum fleiri ár. Í dag bjóði eg fram myndatøku við stórum royndum, fyrstafloks ljós- og myndaútgerð, ið gevur mær møguleika at fanga løturnar enn betur á staðnum. Eg byrjaði longu sum smádrongur at taka upp filmar, og fór síðani meira og meira yvir til myndatólið. Í 2010 fekk eg stóran áhuga í at taka myndir av okkara vøkru Føroysku náttúru, og seldi myndir til ferðavinnuna o.s.v. Um hesa tíð fekk eg eisini áhuga í at taka brúðarmyndir, og hetta hevur síðani verið tað, ið eg geri allar mest av - líka til tann dag í dag. Eg eri eisini so heppin at hava mína konu sum hjálpara til ymiskar mynda-uppgávur.

OPHfoto in person

OPHfoto in action
(The bride, the groom, the church, and then me in the middle of it all)