Vit átaka okkum eisini at taka familjumyndir, parmyndir, modelmyndir, fyritøkumyndir og aðrar líknandi myndatøkur úti á staðnum.
Prís dømi uppá eina familjumyndatøku:
Vit fara út á eitt vakurt stað í Tórshavn og taka myndirnar. Myndatøkan kann taka uml. 40min. Aftaná myndatøkuna verða allar myndirnar viðgjørdar. Hetta tekur uml. tveir dagar. Síðani fáa tit allar myndirnar digitalt í høgari myndagóðsku.
Prísur fyri tílíka myndatøku liggur um 4.500,- v/mvg




































